Innanlands

Úr at gera á Varðanum Pelagic

Hjá varðanum Pelagic á Tvøroyri hava tey úr at gera at arbeiða makrelin, sum skipini landa

2025-09-02 20:59 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarvirkið Varðin Pelagic hevur nokk at gera í hesum døgum, við at taka ímóti makreli frá fleiri skipum. 

Birita hevur landað eina last á umleið 300 tons av makreli til Varðan Pelagic, sum skipið hevur fiskað norðanfyri. Birita fór aftur á makrelveiðu tá ið liðugt var at landa.

Íslendska uppsjóvarskipið Hoffell er ávegis á Tvøroyri við 700 tonsum av makreli, sum skipið skal landa í nátt, og sum er fiskaður í altjóða sjógvi norðanfyri.

Aftaná Hoffell skal Tróndur í Gøtu landa 380 tons av makreli, sum eisini er fiskaður í altjóða sjógvi norðanfyri Føroyar. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder