Uppsjóvarskipini fyrireika seg til makrelfiskiskapin

Størsti parturin av uppsjóvarflotanum liggur við skipasmiðjuna Mest á Skála

Gøtunes við Skála Skipasmiðju (Mynd: Kiran Jóanesarson)

Gøtunes við Skála Skipasmiðju (Mynd: Kiran Jóanesarson)

2020-07-17 10:41 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Svartkjaftatíðin er við at vera av á hesum sinni, tó er eitt skip eftir, sum roynir eftir svartkjafti.

Næraberg fiska norðanfyri Føroyar, men fiskiskapurin er smáligur. Øll hini skipini liggja inni, og bíða ella fyrireika seg til makrelfiskiskapin í august.

Á Skála liggja skipini Gøtunes, Finnur Fríði, Borgarin, og Høgaberg. Skipini skulu øll gera ymiskt viðlíkahalds arbeiði sum eitt nú mála botn og annað.

Jupiter kom í gjár á Hulk, har teir skulu bíða til makrelfiskiskapurin byrjar, og í Hvalvík liggur Hoyvík.

Fagraberg liggur í Fuglafirði, og Christian í Grótinum liggur í Klaksvík, meðan Norðborg bíðar eftir deilum til motorin í ánunum.

Í Havn eru eisini fleiri uppsjóvarskip, sum skulu gera ymiskt viðlíkahald, og eru tey Katrin Jóhanna, Norðingur, Arctic Voyager og Fram.

Fiskiskapurin eftir makreli byrjar at taka seg upp um hálvan august.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder