2025-09-10 17:51

Hjá Varðanum Pelagic hava tey framvegis nógvan markrel at virka frá skipunum.
Gøtunes hevur landað 100 tons av makreli, sum skipið hevur fiskað norðanfyri Føroyar. Fiskiskapurin hevur verið smáligur hendan túrin, og gøtunes fór aftur til fiskiskap í nátt.
Aftaná Gøtunes byrjaði Tummas T at landa 170 tons til Varðan Pelagic, sum skipið eisini hevur fiskað norðanfyri.
Seinastu tíðina hava nógv skip verið inni og landa makrel bæði á Tvøroyri og í Fuglafirði.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald