Innanlands

Tvey skip landa svartkjaft til Havsbrún

Tróndur í Gøtu og Fagraberg eru komin inn við ávikavist 2.100 og 2.800 tonsum av svartkjafti

Tróndur í Gøtu (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

Tróndur í Gøtu (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

2026-06-01 20:08 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Tvey uppisjóvarskip eru komin á Fuglafjørð, har tey skulu landa svartkjaft til Havsbrún.

Tróndur í Gøtu landar í løtuni 2.100 tons, og síðani eigur Fagraberg tørn at landa 2.800 tons av svartkjafti.

Svartkjafturin verður landaður til ídnað hjá Havsbrún, har hann verður framleiddur til mjøl og lýsi, og síðani til fóður.

[object Object]Fagraberg (Savnsmynd: Pætur á Líknargøtu) 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder