Innanlands

Tvey skip landa sild á Tvøroyri

Gøtunes er komin á Tvøroyri við sild og Finnur Fríði landar í løtuni til Varðan Pelagic

Gøtunes (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

Gøtunes (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

2026-05-11 20:56 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Hjá Varðanum Pelagic liggur arbeiði ikki stilt hóast skipini nú eru farin at fiska sild, eftir at hava fiskað svartkjaft.

Gøtunes er komin á Tvøroyri við 220 tonsum av sild, sum skipið hevur fiskað eystanfyri Føroyar, og Finnur Fríði landar beint undir 400 tons av sild til Varðan Pelagic.

Eisini Finnur Fríði hevur fiskða eystanfyri hendan túrin.

Seinastu tíðina er nógvur svartkjaftur landaður til matna hjá Varðanum Pelagic, men nú svartkjaftafiskiskapurin er minkaður eitt sindur, so eru fleiri skip farin á sildaveiðu í føroyskum sjógvi. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder