2026-05-06 16:12
Hjá Varðanum Pelagic hava tey úr at gera í hesum døgum.
Tróndur í Gøtu er komin inn við umleið 1.300 tonsum av svartkjafti, sum er fiskaður í føroyskum sjógvi.
Fiskiskapurin hevur verið góður, og verður landaður til matna hjá varðanum Pelagic á Tvøroyri.
Tummas T hevur júst landað 140 tons av gulllaksi til Varðan Pelagic.
Tummas T hevur eisini roynt í føroyskum sjógvi hendan túrin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald