2026-04-11 14:42
Uppsjóvarskipini Tróndur í Gøtu og Arctic Voyager eru komin á Tvøroyri, har skipini skulu landa.
Tróndur í Gøtu hevur 950 tons, og Arctic Voyager hevur 1.200 tons av svartkjafti, sum skipini hava fiskað sunnanfyri Føroyar.
Svartkjafturin verður landaður til matna, og tá ið liðugt er at landa, verður farið aftur á svartkjaftaveiðu í føroyskum sjógvi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald