2026-05-15 11:24
Hjá Varðanum Pelagis á Tvøroyri, er arbeiði til allar hendur fyri tíðina.
Finnur Fríði hevur landað umleið 700 tons av sild til Varðan Pelagic, sum skipið hevur fiskað eystanfyri Føroyar, og er nú farin á Runavík at liggja til skipið fer aftur til fiskiskap.
Tá ið Finnur Fríði hevði landað, byrjaði Gøtunes at landa umleið 900 tons av sild til Varðan Pelagic,s um skipið somuleiðis hevur fiskað eystanfyri Føroyar.
Hjá Varðanum Pelagic, verður sildin framleidd til matna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald