Innanlands

Tvær svartkjaftalandingar seinastu dagarnar

Finnur Fríði hevur landað 500 tons, og Tasiilaq hevur landað 600 tons av svartkjafti.

Finnur Fríði (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

Finnur Fríði (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

2026-09-27 14:32 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Seinastu dagarnar hava tvey skip verið inni og landa svartkjaft í Føroyum.

Á Tvøroyri landaði Finnur Fríði í gjár 500 tons av svartkjafti, sum er fiskaður í føroyskum sjógvi, til matna hjá Varðanum Pelagic.

Finnur Fríði er nú farin á Søldarfjørð, har teir skulu bíða til fiskiskapurin verður betri.

Í Fuglafirði landaði grønlendska uppsjóvarskipið Tasiilaq 600 tons av svartkjafti til ídnað hjá Havsbrún.

Hjá Havsbrún verður svartkjafturin framleiddur til mjøl og lýsi, og síðani til fóður. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder