Innanlands

Túrurin byrjaði og endaði væl

Bjørn landaði á Toftum í dag, og teir fara avstað aftur í morgin. Teir hava 300 kassar av havtasku, toski og flatfiski

Birgir Petersen, skipari á trolbátinum Bjørn (Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

Birgir Petersen, skipari á trolbátinum Bjørn (Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

2019-08-08 22:05 Author image
Føroyska Sjómansmissiónin

- Túrurin byrjaði væl, men so skræddu vit trolið og mistu nakað av tíð. Endin var eisini góður, og tí er túrurin brúkiligur. Vit hava roynt í seks dagar og hava 300 kassar av havtasku, toski og flatfiski.

Tað sigur skiparin á trolbátinum Bjørn, Birgir Petersen.

- Fiskiskapurin á Landleiðini er nakað tað sama sum síðsta ár ella nakað betri. Veðrið hevur verið gott, so samanlagt er summarið ikki so galið. Tíverri fellur prísurin ofta nógv á flatfiskinum, nú ídnaðarfrítíð er; og hon er nú, sigur Birgir.

Bjørn landaði á Toftum í dag, og teir fara avstað aftur í morgin. Fýra mans eru við bátinum.

Sjómanstrúboðarin vitjaði umborð í morgun. Teir bíðaðu eftir landing, so tíð var bæði til drekka, prát og andakt. 

Hann vitjaði eisini umborð á trolbátarnar Dýrindal og Skálafoss, sum somuleiðis landaðu á Toftum í dag. Teir høvdu 350 og 400 kassar og høvdu eisini roynt á Landleiðini.