2019-09-17 14:10

Tummas T, sum hevur fiskað makrel norðanfyri Føroyar, kom á Tvøroyri seinnapartin í gjár har teir skuldu landa makrel.
Teir sluppu ikki framat beinanvegin tá teir komu av fiskileið, so teir fóru á Kollafjørð at bíða eftir landingartørni áðrenn farið varð til Tvøroyrar.
Upplýst verður, at Tummas T hevði 450 tons av makreli, sum skuldu landast til Varðan Pelagic.
Aftaná Tummas T, byrjaði Jupiter at landa 600 tons av sild til Varðan Pelagic.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald