Túgvusteinur ávegis heim úr Skagen

Túgvusteinur er sandblástur innan og uttan, umframt annað arbeiði er gjørt við skipið í Skagen

Mynd: Janus Dam

Mynd: Janus Dam

2020-08-05 07:32 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Tað er áleið ein mánaði síðan garnaskipið Túgvusteinur fór av Havnini, og setti kós móti Skagen. 

Í Skagen, er skipið sandblást innan og uttan, og hevur nú fingið somu litir sum Thor, sum sama reiðaríð eigur.

Túgvusteinur verður væntandi á Havnini í morgin, og so verður riggað til at fara aftur á garnaveiðu undir Føroyum.

[object Object]
(Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

Áðrenn Túgvusteinur fór til Skagen var skipið blátt. Ein litur, sum skipið hevur havt í fleiri ár, og við fleiri eigarum.

 

placeholder
placeholder