Hósdagin í síðstu viku kom oljutangaskipið Selvík Ice í FAS skipanina.
Selvík Ice er bygdur í Hollandi í 2000, og er 3.679 bruttutons til støddar. Longdin á skipinum er góðar 98 metrar, breiddin 15 og skipið stingur 9,3 metrar.
Selvík Ice hevur fingið heimstað í Sørvági, og eigari er Sp/f Sandvík.
Selvík Ice skal sigla við olju til skip í Barentshavinum.
Tvey onnur oljutanga skip eru eisini komin í FAS skipanina í síðstu viku. Talan er um Yokohoma Pionier og Kobe Pionier, sum eru systurskip, sum hava fingið Merkið á hekkuna og eru á veg til Europa, har tey fara at hava sítt dagliga virki.
Skipini eru bygd í Korea í ávikavist 2015 og 2016.
Tey eru ávikavist 2.801 og 2.696 bruttotons til støddar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald