2026-01-29 19:31
Uppsjóvarskipið Tróndur í Gøtu siglir heim til Føroya, har skipið skal landa á Tvøroyri.
Tróndur í Gøtu hevur verið á sildaveiðu í norskum sjógvi, og við til lands hevur skipið 1.820 tons av sild, sum skal landast til Varðan Pelagic.
Seinastu dagarnar hava føroysku uppsjóvarskipini havt góðan fiskiskap eftir sild í norskum sjógvi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald