placeholder
Innanlands

Tróndur í Gøtu skal landa sild á Tvøroyri

Tróndur í Gøtu er komin inn við 1.350 tonsum av sild

Tróndur í Gøtu (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

Tróndur í Gøtu (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

2023-11-09 07:01 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipið Tróndur í Gøtu kom í nátt á Tvøroyri, har skipið skal landa sild.

Tróndur í Gøtu hevur verið á sildaveiðu í íslendskum sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið góður.

Veiðan - 1.350 tons, verður landað til Varðan Pelagic á Tvøroyri, og síðani fer Tróndur í Gøtu aftur á sildaveiðu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder