Innanlands

Minningarhald teirra sjólátnu

Sunnudagin verður almenna minningarhaldið, har løgmaður leggur krans við minnisvarðan í viðarlundini í Havn.

2026-10-28 18:10 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Sunnudagin verður almenna minningarhaldið, har løgmaður leggur krans við minnisvarðan í viðarlundini. Byrjað verður á Vinnuháskúlanum

Aftur í ár skipar Føroyska sjómansmissiónin fyri “Minningarhaldi teirra sjólátnu” 1. novembur, sum er komandi sunnudag.

Tá verður minningarhald á Vinnuháskúlanum, Nóatún 2, í Havn, klokkan 14.

Beinir Johannesen, løgmaður talar og Heri Joensen, prestur hevur andakt.

Aftaná leggur løgmaður krans við minnisvarðan í viðarlundini, og Heri Joensen hevur bøn og lýsir signingina. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder