Innanlands

Tróndur í Gøtu landar svartkjaft í Fuglafirði

Tróndur í Gøtu slapp framat aftaná Katrin Jóhonnu

Savnsmynd (Mynd: Reidar Simonsen)

Savnsmynd (Mynd: Reidar Simonsen)

2019-03-24 20:13 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipið Tróndur í gøtu kom á Fuglafjørð í morgun, har teir skulu landa.

Tróndurí Gøtu hevur verið á svartkjaftaveiðu í ES sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið hampiligur.

Teir hava umleið 2400 tons av svartkjafti, sum verður landaður til Havsbrún, har svartkjafturin verður framleiddur til fóður.

Tá ið liðugt er at landa, verður væntandi aftur fari á svartkjaftaveiðu.

Summi av føroysku skipinum hava tó lagt seg at bíða til svartkjafturin kemur í føroyskan sjógv um hálvan apríl. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder