Innanlands

Tróndur í Gøtu landað á Tvøroyri

Tróndur í Gøtu hevur landað 360 tons av makreli á Tvøroyri

Tróndur í Gøtu (Savnsmynd: Gorm Niclassen)

Tróndur í Gøtu (Savnsmynd: Gorm Niclassen)

2025-08-17 19:41 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipið Tróndur í Gøtu kom í gjár á Tvøroyri, har skipið skuldi landa makrel.

Tróndur í Gøtu hevur verið á makrelveiðu norðanfyri í altjóða sjógvi, har nógv onnur skip eisini royna í løtuni.

Veiðan var 360 tons, sum bleiv landað til Varðan Pelagic.

Tá ið Tróndur í Gøtu hevði landað, fór skipið aftur á makrelveiðu. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder