2019-06-26 09:33

Tróndur í Gøtu fekk í gjárkvøldið maskinskaða, tá tað var statt á Hestfirði. Boð vórðu tí send eftir hjálp.
Tað var áleið kl. 22 í gjárkvøldið at Tróndur í Gøtu steðgaði upp. Kringvarpið skrivar at skipið hevur ligið á Skála í eina tíð, har bíðað hevur verið eftir eykalutum, og at túrurin í gjár var ein royndartúrur. Uppisjóvarskipið var statt út fyri Velbastað, tá tað fekk maskinskaða.
Av MRCC støðini verður sagt at tey fingu boðini áleið kl. 22 í gjárkvøldið, og beint fyri á midnátt var sleipibáturin hjá Mest, Samson, hjá Tróndi í Gøtu.
Samson sleipaði síðani Trónd í Gøtu aftur á Skála. Skipini vóru aftur á Skála beint fyri kl. 02 í nátt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald