Innanlands

Tríggir føroyingar millum 60 næmingar umborð á Georg Stage

Danska skúlaskipið Georg Stage hevur ligið á Runavík

(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

2021-06-15 19:56 Author image
Føroyska Sjómansmissiónin
placeholder

Fyrrapartin var sjómanstrúboðarin og vitjaði danska skúlaskipið Georg Stage, sum lá á Runavík. Har fekk hann eitt prát við Maju, sum er ein av teimum 60 næmingunum umborð. Samstundis heilsaði hann uppá Niels, sum er ein av manningini, sum telur 10.

- Næmingarnir eru bæði gentir og dreingir, og koma frá Danmark, Týsklandi, Svøríki, Norra, Íslandi, Grønlandi og so eru tríggir úr Føroyum. Vit næmingar eru umborð í tríggjar og ein hálvan mánað, og  skulu í land tá vit koma aftur til Danmarkar, sigur Maja.

- Vanliga plagar skipið at vitjað fleiri lond mánaðirnar næmingarnir eru umborð, men vegna korona hava vit siglt mest í donskum sjógvið. Føroyar er tí einasta landið vit vitjað hesa tíðina.

Grundin er óivað tann, at vit hava tríggjar føroyingar við, sigur Maja, sum er fegin fyri vitjanina í Føroyum. 

Georg Stage fór avstað aftur í gjár, og sum skilst ber leiðin móti Danmark. Skipið skal riggast av og samstundis gerast klárt til næsta holdið av næmingum kemur umborð.

Manningin fekk ymiskan lesnað og eitt krúss frá Sjómansmissiónini. Tað var handað teimum á bryggjuni, tí vegna koronustøðuna slapp trúboðarin ikki umborð.

Teir fegnaðust um krússið, tí teir savna uppá krúss úr londunum skipið vitjar.

placeholder
placeholder