Innanlands

Tríggir bátar tørv á sleipi í gjár

Nósi og Rescue Lív vórðu send at sleipa í gjár

Rescue Lív (Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

Rescue Lív (Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

2026-04-26 10:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinastu vikuna hevur MRCC fingið nógvar fráboðanir frá bátum, sum høvdu tørv á sleipi, og í gjár hendi tað heilar tríggjar ferðir.

Klokkan hálvgum tíggju varð boðað frá, at ein bátur var uppsteðgaður hálvtriðja fjórðing sunnanfyri Trælanípuna. Nósi hjá Brimli sleipaði bátin á Miðvág.

Um middagsleitið varð boðað frá, at ein bátur var uppsteðgðaur út fyri Glyvursnes. Rescue Lív sleipaði bátin inn á Álaker.

Nakað eftir klokkan hálvgum eitt var ein bátur uppsteðgaður út fyri grótkastið við skansabryggjuna. Eisini hesin báturin bleiv sleipaður inn á Álaker av Rescue Lív.

Síðan mánadagin hava níggju bátur biðið um hjálp, framgongur á heimasíðuni hjá Vørn.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder