placeholder
Innanlands

Til Norra við øsku

Lastað 1300 tons av øsku frá brønnistøðunum í Føroyum

Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin

Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin

2019-01-22 19:39 Author image
Føroyska Sjómansmissiónin
placeholder

- Skipið kom til Føroyar við skervi og fer avstað aftur við øsku, sum skal skipast upp í Oslofjørðinum í Norra.

Tað sigur Eigil Fagraberg, skiparin á handilsskipinum Hav Streym.

Síðstu tveir dagarnar hevur skipið ligið í Hvalvík og lastað 1300 tons av øsku frá brennistøðini í Havn og frá brennistøðini hjá IRF á Hagaleiti í Leirvík. 
Øskan er í 1000 pund sekkjum.

- Ja, hetta er øska frá báðum brennistøðunum, sum vit savna uppí sekkir og goyma í eini høll her í Hvalvík. Tá vit so hava uppí eitt skip, so fer øskan av landinum, ístaðin fyri at vera tyrvd í Føroyum. 

Sum eg skilji, so nýta norðmenn øskuna sum ífyllu í tómar kálkminur, sigur John Erik Hansen, leiðari á brennistøðini í Havn.

[object Object]Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder