2026-04-16 12:33
Thor Fisheris í Havn hevur keypt línu- og garnaskipið Váðastein, sum hevur ligið seinastu árini.
Váðasteinur er bygur á Tórshavnar Skipasmiðju í 1977, og sambært reiðarínum er eitt garnaloyvi knýtt at skipinum, sum Thor fisheries eisini hevur keypt.
Enn er avgerð ikki tikin um hvat skal gerast við skipið.
Hvat Váðasteinur er seldur fyri er ikki upplýst.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald