Innanlands

Thor ætlar at byggja nýggjan trolara

Reiðaríið Thor ætlar at byggja ein nýggjan trolara fyri 300 milliónir til sítt virksemið

Mynd: Thor

Mynd: Thor

2019-07-27 20:55 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Thor er í løtuni í samráðingum um nýbygning, sum bæði skal fiska botnfisk, rækjur og uppsjóvarfisk. Tað upplýsir Hans Andrias Kelduberg fyri Portalinum.

Skipið verður eftir ætlan ein avloysari fyri gamla Ran, sum fyrr í ár varð seldur til Nigeria og rækjuskipið Kappan, og skal sostatt avloysa teir báðar trolararnar frá fyrst í sjeytiárunum.

Reiðaríið sær hetta sum bestu loysnina í løtuni.

- Orka og viðlíkahald er ein sera stórur rakstarkostnaður fyri trolaradrift, og tað er serliga hetta, vit ynskja at fáa stýr á, nú vit hava avgjørt av byggja nýggjan trolara, sigur Hans Andrias Kelduberg, reiðari.

- Eisini meta vit, at vit fáa munandi meira burturúr uppsjóvarfiskinum og spara orku við at frysta veiðuna umborð, sigur Hans Andrias Kelduberg um nýbygningin, sum verður góðar 86 metrar langur og 17 metrar breiður.

Ætlanin er at fiska rækjur frá februar til august, og so uppsjóvarfisk til skipið aftur skal fiska rækjur í februar árið eftir.

- Á henda hátt fiska vit rækjur tá besta árstíðin er til hendan fiskiskapin, og síðani fiska vit uppsjóvarfiskin tá vit fáa mest fyri kilo, og á henda hátt gevur fiskiskapurin mest avkast, sigur Hans Andrias Kelduberg, reiðari hjá Thor.

Thor er í samráðingum við fleiri skipasmiðjur í løtuni, og enn er eingin avgerð tikin um hvar skipið skal byggjast.

Eitt slíkt skip kostar yvir 300 milliónir at byggja, men rentan er lág, so reiðaríið vónar, at hetta kann lata seg gera, og fáa raksturin at hanga saman.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder