Innanlands

Tavan 4,9 milliónir í avlopi í 2020

3,5 milliónir krónur verða latnar í vinningsbýti

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2021-11-14 17:51 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tá stóra búskaparkreppan var í hæddini í 1990unum, og flest øll fiskavirkir í Føroyum vóru farin á húsagang, brutu Ingvar Joensen saman við øðrum vinnulivsmonnum í Leirvík upp úr nýggjum og stovnaðu í 1994 eitt nýtt gulllaksavirkið, sum fekk navnið Tavan.

Virkið skuldi burturav virka gullaksafars til matna, til nýggjar marknaðir úti í heimi. Í dag framleiðir Tavan eisini annan botnfisk og ikki minst pelagiskan fisk, so sum sild og makrel, sum verður verður víðari góðskaður á virkinum.

Tavan hevur havt stóran týdning fyri vinnuliga virksemið í Leirvík, umframt at virkið er eitt stórt og støðugt arbeiðspláss í bygdini. Sambært roknskapinum starvaðust 53 fólk í meðal á Tavuni í 2020.

Tað hevur gingið fíggjarliga væl hjá Tavuni síðstu árini og úrslitini hava sum heild verið góð, og virkið er støðugt útbygt og nútímansgjørt.  

Tavan Sp/f kundi í 2020 aftur visa ein góðan roknskap, sum tó ikki er tann besti hjá felagnum.

Roknskapurin fyri 2020 vísir, at bruttovinningurin minkaði úr 29.5 mió.kr. í 2019 til 26,3 mió.kr. í 2020. Talan er um eitt fall í bruttovinninginum á 10,8 prosent.

Starvsfólkakostnaðirnir í 2020 vóru 18 mió.kr. sammett við 21,1 mió.kr. í 2019, sum er ein minking á 14,7 prosent.

Úrslitið áðrenn avskrivingar, vanliga nevnt ebidta, var 8,3 mió.kr. í 2020, sum er nærum óbroytt í mun til 2019, tá ebidta var 8,4 mió.kr.

Partafelagsskattur av úrslitinum áðrenn skatt í 2020 var 1,1 mió.kr.

Ársúrslitið eftir skatt í 2020 gjørdist tí eitt avlop á 4,9 mió.kr. Úrslitið í 2019 var 4 mió.kr. Vøksturin í ársúrlitinum var tískil 21,9 prosent.  

Tavan Sp/f hevði við árslok 2020 ein eginpening á 47,6 mió.kr. Trygdarevnið, sum er er eginogn í mun til samlaðu ogn og skyldur var 84 prosent, sum verður mett at verða sera gott.

Samlaðu ognirnar hjá felagnum vóru 56,4 mió.kr., harav fastar ognir 9,9 mió.kr. og ognir í umferð vóru 46,5 mió.kr. Harav var tøkur peningur 12,9 mió.kr.  Vørugoymslunar við árslok 2020 vóru 21,9 mió.kr.

Felagið hevði við árslok 2020 onga langfreistaða skuld meðan stuttfreiðstaða skuldin var 8,5 mió.kr., samanborið við 10,8 mió.kr. í 2019.

Gjaldførið var sera gott í 2020, har gjaldførislutfallið, sum er ogn í umferð í mun til stuttfreiðsta skuld, var heili 547 prosent sammett við 446 prosent fyri 2019.

Tavan Sp/f er tí ein fíggjarliga sterk fyritøka, sum bæði kann vísa á ein góðan rakstur síðstu árini, og hevur ein høgan eginpening, onga langfreiðstaða skuld og hevur eitt gott gjaldførið.

Aðalfundur felagsins hevur samtykt at útluta 3,5 mió.kr. í vinningsbýti til eigararnar.

Eigarar av Tavan Sp/f eru Largo Sp/f  J.E. Sp/f, JMR Sp/f , Norðoya Íløgufelag og Insula AS, sum er eitt norskt felag.

Stjóri í Tavuni er Joen Magnus Rasmussen og nevndarformaður er Ingvar Joensen.

Greiningin er gjørd av Birgir Nielsen frá ráðgevarafyritøkuni Nira Sp/f. www.nira.fo


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder