2025-12-02 09:12
Grønlendska uppsjóvarskipið Tasiilaq er komið á Fuglafjørð, har skipið skal landa svartkjaft.
Tasiilaq hevur verið á svartkjaftaveiðu sunnanfyri Føroyar, og fiskiskapurin hevur verið góður.
Við til lands hevur Tasiilaq 520 tons, sum skal landast til Havsbrún. Tasiilaq hevur fiskað nú kvotuna fyri í ár.
Hjá Havsbrún verður svartkjafturin framleiddur til mjøl og lýsi, og síðani til fóður.
--
Rættað kl. 12:45. Áður stóð, at Tasiilaq hevur havt smáligan fiskiskap. Tað er ikki rætt. Skipið kom inn við 520 tonsum av svartkjafti, og kvotan er nú fiskað fyri í ár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald