Innanlands

Svartkjaftur úr altjóða sjógvi landaður í Fuglafirði

Christian hevur um vikuskiftið landað umleið 2300 tons av svartkjafti

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

2021-03-07 20:42 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipið Christian kom seinnapartin í gjár á Fuglafjørð, har teir skuldu landa.

Teir hava fiskað svartkjaft í altjóða sjógvi vestanfyri Írland, og høvdu umleið 2300 tons av svartkjafti við til lands.

Veiðan varð landað til Havsbrún.

Høgaberg hevur eisini landað svartkjaft í Fuglafirði um vikuskiftið.

Teir landaðu umleið 2000 tons av svartkjafti, sum teir eisini hava fiskað í altjóða sjógvi vestanfyri Írland.

Hjá Havsbrún verður svartkjafturin framleiddur til mjøl og lýsi, og síðan til fóður. 

[object Object]Høgaberg (Savnsmynd: Sverri Egholm)

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder