Innanlands

Svartkjaftur og makrelur landaður í Fuglafirði

Uppsjóvarskipini Norðingur og Isafold landa 700 og 1200 tons í Fuglafirði

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

2020-01-24 06:16 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipið Norðingur kom í gjár á Fuglafjørð, har teir skulu landa.

Teir hava verið á svartkjaftaveiðu sunnanfyri í føroyskum sjógvi, og hava 700 tons av svartkjafti, sum teir skulu landa til Havsbrún.

Hjá Havsbrún verður svartkjafturin framleiddur til fiskamjøl og lýsi, og síðani til fóður.

Danska uppsjóvarskipið Isafold skal landa 1200 tons av makreli til Pelagos, sum teir hava fiskað í ES sjógvi. Teir hava havt góðan fiskiskap. Makrelurin liggur um 430 gramm í miðal.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder