placeholder
Innanlands

Svartkjaftur landast á Tvøroyri og í Fuglafirði

Gøtunes skal landa 1100 tons á Tvøroyri, meðan Christian skal landa 2200 tons í Fuglafirði

Gøtunes (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

Gøtunes (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

2021-02-01 21:54 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipið Gøtunes kom um 20 tíðina í kvøld á Tvøroyri, har teir skulu landa.

Teir hava verið á svartkjaftaveiðu sunnanfyri Føroyar, og hava 1100 tons av svartkjafti við til lands, sum teir landa til Varðan Pelagic, har svartkjafturin verður framleiddur til matna.

Í Fuglafirði skal Christian úr Klaksvík landa 2200 tons av svartkjafti til Havsbrún, har svartkjafturin fer til ídnað.

Eins og Gøtunes, so hevur Christian fiskað svartkjaft sunnanfyri í føroyskum sjógvi.

Svartkjaftafiskiskapurin er hampiligur í løtuni verður sagt.

[object Object]Christian (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson) 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder