Innanlands

Svarini koma mánadagin

Nógv umrøddu menningarkvoturnar verða avgreiddar mánadagin, lovar Høgni Hoydal

Høgni Hoydal (Mynd: Jens Kr. Vang)

Høgni Hoydal (Mynd: Jens Kr. Vang)

2019-06-28 18:40 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í seinasta lagi mánadagin fáa allir umsøkjarar til menningarkvoturnar svar. Tað upplýsir Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, í kvøld

Seinasta fríggjadag bleiv eisini sagt, at umsøkjarar fóru at fáa svar mánadagin, men nú er altso liðugt at viðgerða umsóknirnar. Nøkur ivamál stungu seg upp, sum gjørdu, at tað ikki kundi kunngerast tá.

Men nú verður tað altso, sambært landsstýrismanninum.

Tíðindafundur verður mánadagin klokkan 14.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder