Innanlands

Suðurvarði sær út sum nýggjur

Fiskiskipið Suðurvarði hjá Thor hevur seinastu mánaðirnar verið í Skagen, har skipið eitt nú er sandblást og málað

Suðurvarði (Mynd: Karstensens Skibsværft/ Kent Bandholm)

Suðurvarði (Mynd: Karstensens Skibsværft/ Kent Bandholm)

2025-11-23 14:17 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Tað var í juli at Suðurvarði setti kós móti Skagen, har skipið skuldi riggast til fiskiskap aftur.

Skipið er bygt í 1975, og fekk tá upprunaliga navnið Suðurvarði. Seinni hevur skipið havt nøvnini Sjúrðarberg og Chr. Høj.

Fyri nøkrum áðrum síðani broytti Thor, sum eigur skipið, navnið aftur til Suðurvarða, og nú skal skipið aftur í vinnu undir Føroyum.

Seinastu tíðina er nógv gjørt við skipið, og skipið er nú í góðum standi.

Suðurvarði verður aftur í Føroyum fyrru helvt av desember. 

[object Object]

Suðurvarði á beding í Skagen (Mynd: Karstensens Skibsværft/ Kent Bandholm)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder