Sambært semjuni verður føroyski luturin frá semjuni við Bretland og Noreg um makrel frá 2024 varðveittur á 12 prosent av mest loyvdu veiðu. Somuleiðis verður føroyska atgongdin í bretskan sjógv á 35 prosent og í norskan sjógv á 40 prosent óbroytt.
- Semja er nú komin í lag millum strandarlondini, sum eru Føroyar, Ísland, Noreg og Bretland um makrelin fyri komandi í ár, og fyri sovítt eisini fram til 2028, og henda ongar broytingar, so koyrir avtalan víðari, av tí at hon skal uppsigast við 12 mánaðar freist, sigur Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður í vinnu- og tilfeingismálum.
- Londini hava seinastu árini ásett sær sína egnu kvotu, men semja bleiv í ár, og tað var ein semja millum Føroyar, Noregi og Bretland. Og í ár hevur man so gjørt eina breiðari semju, og fingið Ísland við í avtaluna, sigur Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður.
Noreg og Bretland hava í hesari avtaluni lati ein part av sínari kvotu til Íslands, sum gevur Íslandi eitt nettoprosent á 10,5 prosent meðan Føroyar framhaldandi varveita síni 12 prosent.
Uppsjóvarskipini Høgaberg og Gøtunes (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)
Sambært semjuni verður føroyski luturin frá semjuni við Bretland og Noreg um makrel frá 2024 varðveittur á 12 prosent av mest loyvdu veiðu. Somuleiðis verður føroyska atgongdin í bretskan sjógv á 35 prosent og í norskan sjógv á 40 prosent óbroytt.
Tað serliga í ár er at ICES hevur mælt til ein serliga stóran niðurskurð á heili 70 prosent, og tað sæst eisini aftur í avtaluni, at kvoturnar fara at minka nógv, landstýrðismaðurin sigur, at samlaða minkingin verður 48 prosent fyri 2026.
- Stovnurin er serliga illa fyri júst nú, og tað kemur helst av ovurfisking seinastu árini, umframt tað eru eisini onnur viðurskiftir, sum gera seg galdandi, og tað eru strandarlondini, sum hava ábyrgd av stovninum, og ein partur av semjuni er, at man tekur ábyrgd, og lækkar samlaðu kvoturnar, eftir tí, sum vanliga hevði gjørt seg galdandi, heldur enn at gera ein ógvusligan niðurskurð í einum, sigur Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður.
Hóast kvotan lækkar munandi í komandi árið, so hevur landsstýrismaður ongar ætlanir um at geva føroysku uppsjóvarskipunum undantak til at landa meira uttanlands enn vanligt hevur verið.
- Talið av nøgd, sum kann landast uttanlands er hækkað einaferð í hesu setnini, og eg meti ikki at man í løtuni áðrenn man hevur sæð trupulleikan av at skip ikki fáa landa í Føroyum av ov langari bíðirøð, skal fara inn og gera broytingar í kungerðini. Vit síggja eisini tað, at føroysk virkir í øgiliga stóran mun eru kappingarfør við útlendsk virkir, og tí síggja vit ikki nakran trupulleika í at skipini skulu landa meginpartin av veiðuni í Føroyum, sigur Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald