2026-05-12 08:00
Partrolararnir Fuglberg og Skoraberg landaðu í gjár gulllaks í Klaksvík.
Parið hevur verið á gulllaksaveiðu sunnan fyri Føroyar, og fiskiskapurin hevur verið góður.
Veiðan bleiv landað til Kósina, og síðani koyrd í bilum til Tavuna í Leirvík, har gulllaksurin verður framleiddur.
Parið fór aftur til fiskiskap tá ið liðugt var at landa.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald