Uttanlands

Stórur tunfiskur endaði í alinót hjá Bakkafrost

Fiskurin, sum veiddi makrel við Hebridurnar, er sleptur leysur aftur

2020-10-27 08:41 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ein tunfiskur, mettur at viga um 300 kilo, varð sleptur leysur aftur eftir at hann endaði í eini alinót hjá Scottish Salmon Company á Ytru Hebridum, skrivar skotska tíðarritið Fish Farm Magazine.

Stóri fiskurin av slagnum, ið bretar kalla bluefin tuna, endaði í nótini á alistøðini Loch Roag, helst í sambandi við at jagstraði veiddi makrel.

Eitt av starvsfólkunum á alibrúkinum fangaði fiskin og hjálpti honum leysum.

Tað er Bakkafrost, sum eigur Scottish Salmon Company. Felagið upplýsir, at tey hava staðfest eitt lítið op í nótini, sum fiskurin er komin ígjøgnum. Nótin er bøtt aftur, og felagið vissar um, at ongin laksur er sloppin úr nótini. Felagið ætlar nú at taka sterkari nótir í brúk fyri at forða fyri, at nakað líknandi hendir aftur, skrivar Fish Farm Magazine.

Heitari sjógvur kann ver orsøk til, at tunfiskur í alt størri mongdum er at síggja fram við skotsku vesturstrondini.

World Wildlife Fund, WWF, sigur, at ‘bluefin’ tunfiskurin, ið er tann størsti av hesum fiskaslag, er eitt hótt fiskaslag orsaka av ovurfisking. Talan er um eitt stórt og máttmikið rovdýr, og tað er orsøkin til, at fiskurin var førur fyri at skræða seg inn í alinótina í Loch Roag.

Hesir fiskar kunnu gerast 40 ára gamlir og eru serliga eftirspurdir í Japan, har teir verða etnir sum sushi, og verða seldir fyri nógvar pengar. Ein keypari í Tokyo rindaði í fjør tríggjar milliónir dollarar fyri ein tunfisk á 612 ensk pund ella 278 kilo. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder