Innanlands

Stórur dagur í Vestmanna í morgin

Móttøka verður á keiini í Vestmanna í morgin tá nýggja skipið í bygdini, Vestmenningur kemur

(Mynd: Birgir Waag Høgnesen)

(Mynd: Birgir Waag Høgnesen)

2022-02-18 11:27 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Vestmenningur kemur til Vestmanna í morgin leygardagin, og í tí sambandi verður skipað fyri móttøku á kaiini klokkan 15.

Vestmanna kommuna sigur, at øll eru vælkomin.

Eisini fegnast kommunan um, at eitt nýtt skip nú kemur til bygdina og ynskir eigarunum hjartaliga til lukku við skipinum og blíðan byr framyvir.

Tað er Vestmanna Fiskavirki, sum hevur keypt uppisjóvarskipið Christian. Skipið hevur fingið navnið Vestmenningur og fer til fiskiskap í vár.

Les eisini: Christian fingið navnið Vestmenningur

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder