Innanlands

Størsta lastin Gitte Henning hevur ført til lands

Gitte Henning 1 landaði fyrr í vikuni størstu lastina skipið hevur fiskað

Savnsmynd (Mynd: John Cunningham)

Savnsmynd (Mynd: John Cunningham)

2020-05-01 06:51 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Gitte Henning 1, sum Varðin í Gøtu eigur, kom týsdagin til Killybegs, har teir skuldu landa yvir 3300 tons av svartkjafti.

Teir hava fiskað svartkjaft í føroyskum sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið góður.

Teir landaðu yvir 3300 tons av svartkjafti, sum er størsta lastin, skipið hevur landað, tá ið hugsað verður um at veiðan verður køld niður,og samstundis eisini størsta lastin, sum er landað í Killybegs.

Um teir ikki køla veiðuna, er møguligt at taka 3600 tons, men tá fæst ikki sami prísur fyri fiskin.

Gitte Henning 1 er størsta skipið í heiminum, sum hevur RSW kølitangar, tá ið tosað verður um tonsatal.

Í flotan fyri Trónd í Gøtu

Tað var stóri danski reiðarin Henning Kjeldsen í Skagen, sum lat Gitte Hening byggja í Norra. Skipið var handað eigaranum í mai í 2018, men longu eitt gott ár seinni seldi hann skipið til Føroyar.

Skipið kom í flotan fyri Trónd í Gøtu, sum skuldi hava nýggj gir, og reiðaríið segði at skipið mátti keypast fyri at tað skuldi fáa loyvi at flyta kvoturnar hjá Trónda í Gøtu yvir á seg, og at óvist var um skipið fór at vera verandi í føroyska flotanum tá ið Tróndur í Gøtu varð klárur til fiskiskap aftur.

Arbeiðið at gera Trónd í Gøtu kláran aftur er við at verða liðugt, og so fer skipið aftur til fiskiskap, men sum skilst so er lítið at ivast í, at Gitte Henning 1 verður verandi í føroyska flotanum.

Fyrrverandi danski eigarin hevur undirskrivað sáttmála um nýbygging av einum styttri, men tó breiðari skipið. Nýggja Gitte Henning fer at lasta 3300 tons.

Tá ið Gitte Henning 1 hevði landað fóru teir aftur á svartkjaftaveiðu í føroyskum sjógvi.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder