Innanlands

Stór framgongd í botnfiskeveiðini

Skulu meira enn 10 ár aftur í tíðina at finna avreiðingartøl, sum nærkast teimum í ár

(Mynd: Hagstovan)

(Mynd: Hagstovan)

2019-09-23 17:02 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fiskiveiðan í ár, serliga eftir botnfiski, hevur verið munandi betri í ár enn síðsta ár.

Hagstovan hevur júst kunngjørt avreiðingartølini fyri teir fyrstu átta mánaðirnar í ár. Talan er um avreiðingar umvegis avreiðingarskipanina, og her eru uppsjóvarfiskasløgini ikki tald við.

60.627 tons av botnfiski eru komin upp á land, og hetta er meira enn 10 prosent vøkstur, sammett við fyrstu átta mánaðirnar í fjør. Í virði er talan um vøkstur á næstan 20 prosent.

Størst er vøksturin fyri hýsu og tosk, har vøksturin liggur oman fyri 60 prosent, meðan talan hevur verið um eina minking á næstan 23 tons, tá talan er um upsa.

Flatfiskaveiðan er eisini vaksandi, serliga veiðan eftir havtasku, sum er nógv meira enn tvífaldað, vísa nýggjastu veiðitølini frá Hagstovuni.

Fara vit inn í hagtalsskipanina hjá Hagstovuni, so kann staðfestast, at vit skulu heilt aftur til 2003 fyri at finna avreiðingartøl fyri tosk á somu hædd, sum í ár.

Í 2003 komu 2.344 tons av toski gjøgnum avreiðingarskipanina fyrstu átta mánaðirnar av árinum. Lakasta árið í hesi øldini var í 2016, tá bert 454 tons av toski vórðu landað í tíðarskeiðnum januar til august.

Síðan tá er veiðan hækkað støðugt til 697 tons í 2017, 1.200 í gjør og 1.745 tons í ár.

Hýsuveiðan fyrstu átta mánaðirnar í ár var 540 tons, og vit skulu aftur til 2007 fyri at finna eitt ár við eins góðari hýsuveiðu í sama tíðarskeiði. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder