placeholder
Innanlands

Stór altjóða vísindalig ráðstevna fyri framman í Norðurlandahúsinum

Sea Lice Conference International er á skránni 9. til 12. mai. Tað er trettanda ferðin, at ráðstevnan verður hildin - fyrstu ferð í Føroyum

Á ráðstevnuni hittast heimsins fremstu granskarar um leggja fram og umrøða nýggjastu granskingina innan lús og tað verða fleiri enn 60 ymiskir fyrilestrar á ráðstevnuni

Á ráðstevnuni hittast heimsins fremstu granskarar um leggja fram og umrøða nýggjastu granskingina innan lús og tað verða fleiri enn 60 ymiskir fyrilestrar á ráðstevnuni

2022-04-05 16:50 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Frá 9. til 12. mai 2022 verður stór vísindalig ráðstevna um lús í Norðurlandahúsinum. Talan er um altjóða lúsaráðstevnuna við heitinum Sea Lice Conference International 2022 og er hetta trettanda ferðin, at ráðstevnan verður hildin. Seinasta Sea Lice ráðstevnan var í Kili í 2018.

Á ráðstevnuni hittast heimsins fremstu granskarar um leggja fram og umrøða nýggjastu granskingina innan lús og tað verða fleiri enn 60 ymiskir fyrilestrar á ráðstevnuni.

Hetta skrivar fiskaaling.fo 

- Luttakarar, ið hava meldað seg til ráðstevnuna koma úr øllum heiminum og vit vænta eisini fleiri luttakarar úr Føroyum, sigur Jóhanna Lava Køtlum, stjóri á Fiskaaling.

Fyri nærri kunning ber til at fara inn á sealiceconference.net - tilmelding er her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder