placeholder
Innanlands

Stelkur og Bakur landaðu í Runavík í gjár

Parið hevði roynt eystanfyri hendan túrin

Savnsmynd (Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

Savnsmynd (Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

2019-07-13 18:53 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Partrolararnir Stelkur og Bakur landaðu í Runavík í gjár.

Upplýst verður, at parið hevði umleið 310.000 pund, og at nógv tað mesta var upsi.

Veiðan varð landað til Faroe Origin í Runavík, sum eisini eigur trolararnar, og tá ið liðugt var at landa, fóru partrolararnir aftur til fiskiskap.

Stelku og Bakur loystu av Runavík um 20 tíðina í gjárkvøldið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder