Innanlands

Stelkur og Bakur komnir á Runavík

Partrolararnir skulu landa 360.000 pund til Faroe Origin

Stelkur og Bakur (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

Stelkur og Bakur (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

2026-04-27 11:52 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Partrolararnir Stelkur og Bakur er komnir á Runavík, har parið skal landa.

Stelkur og Bakur hava verið til fiskiskap eystanfyri Føroyar hendan túrin, og fiskiskapurin hevur verið góður.

Parið hevur 360.000 pund við til lands, og meginparturin av veiðuni er upsi. 

Veiðan verður landað til Faroe Origin, og Stelkur og Bakur fara aftur til fiskskap tá ið liðugt er at landa.  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder