Innanlands

Stapin skal landa í Kollafirði

Stapin kom á Kollafjørð leygardagin, har skipið skal landa

Stapin kom á Kollafjørð leygardagin (Mynd: Gorm Niclassen)

Stapin kom á Kollafjørð leygardagin (Mynd: Gorm Niclassen)

2025-11-18 07:26 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Frystilínuskipið Stapin kom á Kollafjørð leygardagin, har skipið skal landa í dag.

Stapin hevur roynt undir Íslandi í knappan mánaða, og meginparturin av veiðuni er toskur. Tó var eisini nakað av hýsu og brosmu umframt upsa og longu.

Flestu frystilínuskipini landa veiðuna í Kollafirði, og seinni í vikuni koma Jógvan I og Kambur á Kollafjørð at landa.

Jógvan I og Kambur hava fiskað undir Føroyum, men júst hvat tey hava í løtuni vita vit ikki.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder