Seinnapartin fór uppsjóvarskipið Jupiter til fiskiskap, men hesa ferð við aðrari manning og leiðslu, enn vannligt er.
Tað var á summri í fjør at Jupiter bleiv seldur til Klaksvíkar, og skipið hevur verið ein sildatúr síðani skipið bleiv selt til Klaksvíkar.
Kvoturnar eru fluttar yvir á onnur skip hjá eigarunum, og síðani hevur skipið so at siga ligið, og verið á sølulista.
Men í síðstu viku fór skipið norður á Ánirnar, og í dag loysti skipið, og er farið á svartkjaftaveiðu í føroyskum sjógvi.
Sp/f Ango er í gongd við at selja sítt skip við sama navnið til Marokko í Afrika, og tað er í hesum sambandi, at eigararnir á Ango hava leigað Jupiter, til at fiska kvoturnar til annað skip verður funnið.
Heri Godtfred, sum er ein av eigarunum, segði í síðstu viku at felagið fekk eitt nøktandi boð uppá Ango, at avgerð er tikin um at selja, men hann sigur samstundis, at enn er eingin endalig avtala undirskrivað.
Ango skal nú á beding í Havn, har Mest skal blomba nakrar tangar umborð á Ango, soleiðis at skipið kann skrásetast í Marokko, og fer samstundis lastar eitt sindur minni enn tað ger í dag.
Jupiter er fimm ár nýggjari enn Ango, men nógv minni brúktur. Kvoturnar hjá Ango verða fluttar á Jupiter, men talan er bara um eina fyribils loysn, av tí at reiðaríið aftanfyri Ango fer at útvega sær eitt nýggjari og størri skip fyri skipið, sum verður selt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald