Innanlands

Spentir at fiska á Flemish Cap

Vita lítið og onki um fiskiskap á Flemish Cap fyri tíðina, men vit eru spentir, siga skipararnir á Stapanum

Elmar Rubeksen og Jákup Eli Eidesgaard (Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

Elmar Rubeksen og Jákup Eli Eidesgaard (Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

2019-01-07 18:05 Author image
Sverri Egholm

- Vit eru spentir og gleða okkum til at sleppa at fiska á Flemish Cap. Ikki tí, vit vita lítið og onki um fiskiskap á Flemish Cap fyri tíðina. 

Onkur trolari hevur verið har, men tað var nokk eingin rokfiskiskapur. Kortini vita vit frá øðrum árum, at línuskipini fingu heilt nógvan fisk, meðan trolararnir fingu væl minni, sigur Elmar Rubeksen, sum er skipari á Stapanum.

Elmar Rubeksen og Jákup Eli Eidesgaard skiftast annanhvønn túr sum skiparar.

Fýra av frystulínuskipunum eru ávegis á Flemish Cap. Tey eru Klakkur, Kambur, Eivind og Stapin. Ågot er farin undir Føroyar at royna og ætlar sær á Flemish Cap seinni í ár.

Áðrenn Stapin loysti um nátturðatíð 2. januar, hevði sjómanstrúboðarin andakt umborð.