Innanlands

Spennandi at fara á Føroyabanka

Ågot hevur fingið royndarloyvi at royna á Føroyabanka. Høvuðsuppgávan er at fiska hýsu, tí mett verður, at hon er hampuliga væl fyri, meðan toskurin er illa fyri

Hjaltur Poulsen, skipari á Ågot (Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

Hjaltur Poulsen, skipari á Ågot (Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

2019-11-04 18:18 Author image
Føroyska Sjómansmissiónin
placeholder

- Vit hava fingið eitt royndarloyvi at royna á øllum Føroyabanka, burtursæð frá tveimum økjum, har Magnus Heinason fekk mest tosk í summar. Høvuðsuppgávan er at fiska hýsu, tí mett verður, at hon er hampuliga væl fyri, meðan toskurin er illa fyri.

Tað sigur Hjaltur Poulsen, skipari, á frysti- og línuskipinum, Ågot, úr Klaksvík, sum leygardagin loysti frá landi og setti kós móti Føroyabanka.

- Vit fara at royna við vanligu línuni, men royna í stubbum. So fara vit at egna við ymiskum agni, men bara við einum slagi í senn. Tað vil siga, at vit til dømis, seta ein stubba við savri, ein við sild og ein við høgguslokki. Harvið vóna vit at fáa eina hóming av, hvat egnar seg best til hýsufiskiskap, sigur Hjaltur Poulsen.

- Tað hevur ongin veruligur fiskiskapur verið á bankanum í fleiri ár, so vit vita ikki nógv um støðuna á bankanum. Magnus Heinason hevur gjørt sínar árligu royndir, og so hevur línuskipið, Sandshavið, gjørt nakrar túrar og fekk væl av hýsu og t.d. skøtu, sigur Hjaltur Poulsen.

- Hendan royndin er tí sera spennandi og áhugaverd – ikki bara fyri okkum umborð á Ågot, men fyri allar føroyskar sjómenn-, tí, hvussu er veruliga støðan hjá fiskinum á Føroyabanka? Tað eru tað nógvar meiningar um. Vit hava ein mann við frá Havstovuni, sum fer at fylgja við og at kunna Havstovuna um fiskiskapin. Skuldi tað hent, at tað fer at vera ov nógvur toskur á línuni, so kann fiskiskapurin steðgast. Tí vóna vit at fáa hýsu og annan fisk, so vit kunnu royna í nakrar vikur, og harvið fáa nakað burturúr, samstundis sum vit fáa nakað at vita um støðuna hjá fiskastovninum á Føroyabanka. sigur Hjaltur Poulsen.

Áðrenn Ågot loysti var andakt umborð. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder