Uttanlands

Soleiðis sær nýggja Ruth út

Nýggja Ruth verður størsta skipið, sum er bygt á skipasmiðjuni í Skagen

Mynd: Karstensens Skibsværft

Mynd: Karstensens Skibsværft

2020-05-20 06:45 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Tað var í november í fjør, at tað gjørdis alment at føroyingurin Gullak Madsen, sum seinastu mongu árini hevur búð í Hirtshals, hevði selt stásiliga uppsjóvarskipið Ruth til Norra, og skuldi byggja eitt enn meira framkomið skip í Skagen.

Ruth varð seld til Norra í november í fjør, har tað fekk navnið Slaaterøy, og í keypinum varð avtalað gjørd um, at undanfarni Slaaterøy skuldi ganga í býti, og fáa navnið Ruth. 

Hetta skipið skuldi fiska kvoturnar hjá Ruth A/S, sum er felagið hjá Gullak Madsen, reiðara.

Tað er tó í so nógv sagt, at undanfarna skipið var gamalt, av tí at tað einans var knapt fýra ára gamalt.

[object Object]Undanfarna Ruth á Kvívík fyri fyrstu ferð í 2016 (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

Ruth var ikki meira enn seld til Noregs tá ið tað gjørdist alment, at føroyingurin hevði undirskrivað sáttmála um ein nýbygning, sum skuldi byggjast á Karstensens Skibsværft í Skagen.

Talan verður um størsta og mest framkomna skipið, sum nakrantíð er bygt á Karstensens Skibsværft, og skal handast reiðarínum longu um eitt gott ár.

Nýggja Ruth verður 89,3 metrar langt og 17 metrar breitt. Skipið verður størsta fiskiskipið í Danmark, men tað metið verður skjótt tikið tá ið nýggja Gitte Henning kemur í flotan seinni sama ár.

Sí tekningar av nýggju Ruth:

[object Object][object Object]

placeholder
placeholder