Teir smáu aktørarnir í uppsjóvarvinnuni eru átta í talið.
Talan er um Arctic Voyager, Katrin Jóhannu, Biritu, Jupiter, sum bleiv seldur fyrr í ár við kvotum, Ango, Hoyvík, Ran og Vestmenning.
Á fyrstaplássið liggur Arctic Voyager, sum avreiddi fyri 153,9 milliónir krónur í fjør.
Nummar tvey á yvirlitinum er Katrin Jóhanna við 110,3 milliónum krónum, og síðani liggur Vestmenningur nummar trý við einum avreiðingarvirði á 75,1 milliónir krónur fyri 2025.
Katrin Jóhanna (Savnsmynd: Calum Gray)
![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2022/02/19/890x590/1645290994ci6kcpkfwr.jpg)
Vestmenningur (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)
Síðani kemur Birita við einum avreiðingarvirði á 73,7 milliónir krónur. Nummar fimm er Ango, sum fiskaði fyri 70,3 milliónir krónur.
![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2021/11/26/890x590/1637935338hcjzwnyp3l.jpg)
Birita (Savnsmynd: Sverri Egholm)
![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2024/09/03/890x590/1725395214i3qth9evqg.webp)
Ango (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)
Aftaná Ango kemur jupiter, sum seldi fyri 34,6 milliónir krónur. Jupiter hevur tó ikki verið í vinnu alt árið, av tí at skipið bleiv selt við kvotum, sum vóru flutt yvir á onnur skip fyrr í summar.
![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2025/08/25/890x590/1756124892c1rzx1somp.webp)
Jupiter bleiv seldur við kvotum fyrr í ár, og hevur ikki verið í vinnu síðani í summar (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Aftaná Jupiter koma Hoyvík og Ran, sum hava fiskað fyri góðar 30 milliónir krónur hvørt, sambært yvirlitinum hjá Vørn.
Ran (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)
Hoyvík (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald