Uttanlands

Smáligur sildafiskiskapur í íslendskum sjógvi

Gøtunes hevur landað 120 tons, og Tróndur í Gøtu skal landa 150 tons av sild

Gøtunes (Savnsmynd: EMS Photo)

Gøtunes (Savnsmynd: EMS Photo)

2025-12-16 19:55 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Seinastu dagarnar hevur fiskiskapurin eftir sild í íslendskum sjógvi verið smáligur.

Gøtunes hevur júst landa umleið 20 tons til Varðan Pelagis, og er nú farin at royna eftir svartkjafti sunnanfyri í føroyskum sjógvi.

[object Object]

Tróndur í Gøtu (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

Tróndur í Gøtu skal landa 150 tons av sild, til Varðan Pelagis, sum skipið hevur fiskað í íslendskum sjógvi, men um teir fara aftur á sild vita vit ikki. 

Øll uppsjóvarskipini eru annars í Føroyum uttan Norðborg, sum er á sildaveiðu í íslendskum sjógvi framvegis. 


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder