
Makrelskipini, sum fiska makrel norðanfyri, hava smáligan fiskiskap í føroyskum sjógvi í løtuni.
Gitte Henning 1, Hoyvík, Fram og Tummas T leita í føroyskum sjógvi, meðan Norðingur, Katrin Jóhanna og Høgaberg fiska í norskum sjógvi.
Sum skilst fáa skipini eitt sløð í norskum sjógvi, meðan skipini, sum fiska i føroyskum sjógvi einki síggja av makreli.
Veðrið er gott á leiðini, 12 metrar um sekundið og ættin er útnyrðingur vestan.
Norðingur og Katrin Jóhanna byrjaðu túrin í føroyskum sjógvi, men fóru í norskan sjógv í gjár.
-
Norðingur leitar í føroyskum sjógvi, myndin er tikin í gjár, áðrenn teir fóru í norskan sjógv at royna (Mynd: Kiran Jóanesarson)
-
Fram leitar í føroyskum sjógvi, myndin er tikin fyrrapartin (Mynd: Kiran Jóanesarson)
-
Hoyvík leitar tætt móti norska markinum, myndin er tikin fyrrapartin (Mynd: Kiran Jóanesarson)

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald