Innanlands

Sleipaður til Skopunar

Útróðrarbátur støðgaður upp vestan fyri Sandoynna í gjár

(Savnsmynd: jn.fo)

(Savnsmynd: jn.fo)

2024-03-26 06:59 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Bjargingarbáturin Rescue Sverri var í gjáramorgunin sendur av havnini til eina leið vestan fyri Sandoynna at koma einum útróðrarbáti til hjálpar, sum var støðgaður upp.

Heimasíðan hjá Vørn skrivar, at boðini komu klokkan 08.21. Rescue Sverri fór avstað, og sleipaði uppstøðgaða útróðrarbátin til Skopunar.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder