Innanlands

Slagið er gott, men nøgdin ov lítil

Meginparturin av veiðuni er stórur og góður toskur, og so er nakað av hýsu, segði skiparin Tórhallur Klæmintson Jacobsen, tá ísfiskalínuskipið Váðasteinur landaði síðstu viku

Tórhallur Klæmintson Jacobsen, skipari á Váðasteini (Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

Tórhallur Klæmintson Jacobsen, skipari á Váðasteini (Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

2021-03-09 18:37 Author image
Føroyska Sjómansmissiónin
placeholder

- Meginparturin av veiðuni er stórur og góður toskur, og so er nakað av hýsu. Tí er slagið gott, men nøgdin er tíverri ov lítil.

Tað segði skiparin á ísfiskalínuskipinum Váðasteini, Tórhallur Klæmintson Jacobsen. Teir landaðu á Toftum í síðstu viku

- Vit hava 500 kassar, sum vit fingu í níggju dagar. Veðrið hevur verið stak vánaligt, ja, upp í ódn, men vit hava roynt allar dagarnar. Vit byrjaðu vestanfyri, men streymurin harnaði, og so fluttu vit norður um, segði hann.

- Tað var nærum sami fiskiskapur vestanfyri sum norðanfyri, men tað er lættari at draga norðanfyri, tá streymurin er harður, og tá veðrið er vánaligt, segði Tórhallur Klæmintson Jacobsen.

Teimum umborð á Váðasteini og sjófólkunum annars verður ynskt Guds signing og varðveitslu.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder